
Stýrið fyri Bústaðir hevur skipað seg av nýggjum eftir orrustuna millum Regin Hammer, stýrisformann, og stjóran, Andras Róin.
Hetta fekk millum annað løgmann til í gjár at senda landsstýriskvinnuni við bústaðarmálum, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, boð um at bera so í bandið, at stýrið kann gerast arbeiðsført aftur.
Í tíðindaskrivi í morgun boðar Andras Róin, stjóri, frá broytingunum í stýrinum.
Tíðindaskrivið er soljóðandi:
Stýrið fyri Bústaðir hevur á fundi einmælt samtykt at skipa stýrið av nýggjum. Anna Maria Joensen verður nýggj forkvinna.
Stýrið harmast ófriðin, sum hevur verið í og kring Bústaðir seinastu tíðina. Stýrið hevur viðgjørt støðuna og er samt um at leggja ósemjur til viks og at líta frameftir. Stýrið fer at hugsavna seg um ta týðandi uppgávu, sum Bústaðir hava í føroyska samfelagnum.
Í stýrinum fyri Bústaðir sita Anna Maria Joensen, forkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen, Regin Djurhuus Hammer og Tom Silvurdal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald