Hósdagin 24. oktobur klokkan 14 letur málningaframsýning upp í Gallarí Williamsstovu.
Tað er Regin Jørgensen, sum sýnir fram.
Nakrir heilt stórir abstraktir málningar verða at síggja. Eisini feiri landsløg og nakrir av fólki.
- Sostatt eitt fjølbroytt úrval av ymiskum nýggjum, men eisini ávísir málningar ið hava verið sýndir fram aðrastaðni í eitt tíðrskeið.
Ein av teimum stóru sæst omanfyri. Hann er komin heim úr Danmark, tí Galleri 7 í Skagen lat aftur í Covid-19 tíðini. Málningurin er nú spentur upp av nýggjum og verður eisini sýndur fram.
Williamsstova er í kjallaranum hjá Myndlist, Niels Finsensgøta 16 kj í Tórshavn, tætt við Steinatún.
Opið verður soleiðis:
Hósdagin 24. oktober klokkan 14-18
Fríggjadagin 25. oktober klokkan 11-18
Leygardagin 26. oktober klokkan 11-15
Sunnudagin 27. oktober klokkan 14-18
Mánadagin 28. oktober klokkan 11-18
Týsdagin 29. oktober klokkan 11-15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald