Innanlands

Regin sigur føroyingum hvussu pollen-støðan er

Ongar pollenmátingar eru tøkar í Føroyum – men nýggj tænasta á netinum gevur eina ábending á støðuna, grundað á eina evropeiska modellforsøgn

Regin W. Dalsgaard (Savnsmynd)

Regin W. Dalsgaard (Savnsmynd)

2026-07-24 12:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru eingi pollen í føroysku luftini í løtuni. Men fyri viku síðani vóru miðalnógv pollen og fyrst í hesum mánaðinum heilt nógv pollen.

Hetta sæst á eini nýggjari heimasíðu, sum gevur ábendingar um hvussu nógv pollen eru í luftini.

Tað er Regin W. Dalsgaard, sum av sínum eintingum hevur tikið stig til hesa heimasíðuna.

Á Facebook greiðir hann frá, at tað gjørdist aktuelt hjá honum at vísa áhuga fyri pollentølunum, tá sonurin knappliga fekk ógvusligt útbrot orsaka av ovurviðkvæmi og mátti á skaðastovuna.

[object Object]

Men hann gjørdist beinanvegin varugur við, at tað ikki finst nøkur tænasta, har føroyingar kunnu fylgja við, hvussu nógv pollen er í luftini, eins og tað er í flest øðrum londum.

Men hann kom fram á, at evropeiska rúmdartænastan, Copernicus, savnar dátur og ger forsagnir um nøgdina av pollen í luftini, eisini fyri Føroyar.

Og so var skjótt frá tanka til handling, og nú hevur hann gjørt eina einfalda tænastu á netinum, sum hann kallar tað, ið vísir pollenforsøgnina fyri Føroyar:

Heimasíðan sæst her

Ein meting – ikki ein máting

Á heimasíðuni verður gjørt vart við, at talan er um eina meting og ikki eina máting.

Har verður sagt:

Í Føroyum er eingin pollenmátistøð, og tí eru tølini grundað á eina evropeiska modellforsøgn (CAMS). Modellið fangar best stórar pollenkeldur og flutning við vindinum, men kann ikki tryggja, at staðbundið føroyskt graspollen verður mett rætt.

Brúka tølini sum eina ábending, ikki sum grundarlag fyri viðgerð. Hevur tú álvarsligar pollentrupulleikar, eigur tú at seta teg í samband við lækna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder