Innanlands

Regnvát ólavsøka í væntu

Grátt og keðiligt í morgun, ólavsøkuaftansmorgun

2023-07-28 09:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Myndin omanfyri er tikin av Landavegnum í Havn. Gráligt og vátligt.

Og skal man trúgva veðurstovunum, so verður hetta veðrið í dag, ólavsøkuaftan. Seinnapartin verður tó minni regn ella klárt.

- Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s, seinnapartin gangandi upp í eystan. Samdrigið og támut eystaneftir við regni, eitt skifti minni regn ella klárt í støðum, serliga seinnapartin, skrivar Veðurstova Føroya.

Hitin alt samdøgrið millum 10 og 14 stig.

Leygardagur, ólavsøkudag:
Fyrst frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Sum frá líður hækkar ættin í útnyrðing, og tað verður minni vindur, niður í 3 til 8 m/s. Tað verður klárari sum frá líður og sólin kagar fram í løtum, tó framvegis okkurt ælið í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 14 stig.

Síggj annars feskastu veðurforsøgnina her (Veðrið á Portalinum)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder