Innanlands

Reiggja til børn í koyristóli sett upp í Vági

Reiggjan, sum stendur á spæliplassinum í parkini inni við sandin, varð alment tikin í nýtslu fríggjadagin

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2021-06-19 15:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Vágs kommunu eru trý spælipláss til børn, og hesi spælipláss verða nógv brúkt av børnunum í kommununi og vitjandi. Í arbeiðinum við at betra um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum, hevur kommunan sett upp reiggju til børn, sum sita í koyristóli. 

Reiggjan stendur á spæliplássinum í parkini inni við sandin. Síðsta hond varð løgd á arbeiðið, og fríggjadagin, varð so reiggjan alment tikin í nýtslu, skrivar Vágs kommuna.

– Eg gleðist um, at Vágs Kommuna kann betra um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum. Vágs Kommuna hevur gjørt nógv við atkomumøguleikunum hjá teimum sita í koyrustóli, og vit arbeiða víðari við, at betra um umstøðurnar hjá rørslutarnaðum," Sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Seinastu dagarnar hava arbeiðsmenn hjá kommununi sett upp og lagt síðstu hond á økið, soleiðis at børnini nemt kunnu koma til spæliplássið og brúka hesa nýggju reiggju.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder