2021-05-26 08:12
Ongi tiltøk verða í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn hetta vikuskiftið, boðar konsertstaðið frá.
Hetta merkir eitt nú at tríggjar útseldar konsertir verða avlýstar. Talan er um tvær konsertir, “Dýrabær Minnir” við Svein í Prestgarði og Rakel Bærendsen fríggjakvøldið til heiðurs fyri Alex Bærendsen og konsertina leygarkvøldið við Kára P., Stanley Samuelsen og Martin Joensen.
- Øll, sum hava keypt atgongumerki til “Dýrabar minni” og “Stanley, Kára og Martin”, fáa tað endurgoldið, sigur Reinsaríið í fráboðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald