Um tvær verður aftur møguleiki at hoyra tónleik í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn
Leygarkvøldið 12. september letur tónleikastaðið uppaftur, tó við bara helmingin av áhoyrarum enn vanligt.
- Vit gleðast um, at talið á koronatilburðum gongur rætta vegin. Hetta merkir eisini, at vit endiliga sleppa at bjóða tær vælkomnan á konsert á Reinsarínum. Tað verður tó ikki heilt sum fyrr, tí mest loyvda talið av áskoðarum verður skorið í helvt. Hetta merkir, at tað verða einans 70 fólk, sum sleppa á konsert samstundis, men tað verður sami hugnin og høga góðskan, skrivar Reinsaríið í tíðindaskrivi
Konsertirnar verða hildnar í tráð við tilmælini, og øll søla av atgongumerkjum fer fram á netinum.
Hetta er fyri skráseta áskoðarnar, soleiðis at mynduleikar hava møguleika at finna fram til smittukelduna, skuldi ein smitta verið staðfest.
Enn eru ongi nøvn komin á plakatina hjá Reinsarínum, tó.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald