Í mai mánað í fjør yvirtók Vágs kommuna seinasta privata vatnfelagið í kommununi, tá Vágs kommuna yvirtók Brekkugerðar Vatnfelag. Einki reinsiverk varð við brunnin hjá Brekkugerðar Vatnfelag og varð tí beinanvegin farið undir at fáa hetta uppá pláss. Og í gjár varð reinsiverkið við Hvanndalsá tendrað og øll húsarhald í Vágs kommunu fáa nú reinsað vatn.
Hesum boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.
Reinsiverkið varð bílagt í heyst í fjør, og upprunaliga varð ætlanin, at reinsiverkið skuldi setast til um mánaðarskiftið november/desember, men hendan ætlanin varð seinkað orsaka av fyrireikingum á donsku fabrikkini Silhorko-Eurowaters A/S.
Reinsiverkið, sum er í einari bingju, kom til Vágs áðrenn jól og varð sett upp við brunnin við Hvanndalsá. Hesa vikuni hevur ein installatørur frá Silhorko-Eurowaters, so verið í Vági og sett reinsiverkið til, og seinnapartin í gjár varð reinsiverkið tendrað.
- Tað er ein púra natúrligur partur av tænastuni hjá einari kommunu at veita reinsað vatn og tá Vágs kommuna yvirtók Brekkugerðar Vatnfelag, so varð alt fyri eitt farið undir at fáa hesi viðurskifti uppá pláss, sigur Dánjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku nevnd hjá Vágs kommunu, sum fegnast um, at øll húsarhald í Vágs kommunu nú fáa reinsað vatn.
(Mynd: Vágs kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald