Flokkurin hjá suðurkoreanska forsetanum tekur nú undir við, at forsetin eigur at leggja frá sær. Helst í stundini. Flokkurin stuðlar nú einum uppskoti um at seta forsetan fyri ein ríkisrætt.
Sjálvur heldur forsetin, Yoon Suk-yeol, at avgerð hansara um at seta hernaðaliga undantaksstøðu í gildi í farnu viku ikki ger hann óegnaðan til at halda fram í forsetaembætinum.
Í nátt okkara tíð helt forsetin eina sjónvarpsrøðu, har hann segði, at hann er sinnaður til at fara ígjøgnum eitt møguligt ríkisrættarmál.
- Eg ætli mær at stríðast til tað síðsta saman við fólkinum, segði hann.
- Eg eri til reiðar at standa fyri einum ríkisrætti, kanningum, og hvat, ið annars mátti koma.
Røðan kom bert fáar tímar áðrenn antstøðuflokkurin, demokratiski flokkurin, leggur fram eitt uppskot um ríkisrættarmál. Sambært AP tíðindastovuni verður atkvøðugreiðsla í hesum málinum í tjóðartinginum leygardagin.
Í nátt skrivaði Reuters frá leiðaranum í stjórnarflokkinum, og floksfelaganum hjá Yoon, Han Dong-hoon, at einasti máti hjá flokkinum at sleppa av við forsetan, var at atkvøða fyri einum ríkisrættarmáli.
Í fyrstu atløgu valdi stjórnarflokkurin at lata vera við at atkvøða fyri uppskotinum. Men nú ljóðar, at tað ikki eru onnur alternativ, tí forsetin ikki vil leggja frá sær sjálvur.
Forsetin verður skuldsettur millum annað fyri landasvik.
Í sjónvarpaðu røðuni vísti hann ákærunum aftur, og segði, at tað bert var eitt avmarkað tal av herfólkum, sum vórðu send út á gøturnar teir seks tímarnar, sum hernaðarliga undantaksstøðan vardi.
Hann helt samstundis fast við, at undantaksstøðan ikki var ólóglig, men harafturímóti ein roynd at verja frælsa fólkaræðið í Suðurkorea.
Í røðuni segði hann eisini, at avgerð hansaara bygdi upp á ein illgruna um, at tað var Norðurkorea, sum stóð fyri umfatandi ávirkan á seinasta valinum í Suðurkorea.
Hann segði eisini, at hann einans ráðførdi seg um undantaksstøðuna við táverandi verjumálaráðharra sín áðrenn avgerðin var tikin, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald