Innanlands

Reisigildi á Læknamiðstøðini í Gøtudali

Um arbeiðið at útbyggja læknamiðstøðina gongur væl, verður klárt at taka nýggja bygningin í nýtslu um hálvan desember

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2024-10-19 19:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundi 29. februar samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon um at víðka um læknamiðstøðina í Gøtudali. 19. juni í ár bleiv spakin settur í til útbyggingina, og arbeiðið er komið somikið áleiðis, at reisigildið varð hildið fríggjadagin, 11. oktober.

Talan var um eina óformliga løtu saman við arbeiðsfólki, starvsfólki frá kommunu, borgarstjóra og tey ið hava áhuga fyri verkætlanini, skrivar Eysturkommuna í tíðindaskrivi.

[object Object]
(Mynd: Eysturkommuna)

Arbeiðið hevur gingið øgiliga væl higartil, og tað verður gott at fáa fleiri kommunulæknaviðtalur her, sigur Unn Sørinardóttir Perdomo, tekniskur leiðari í Eysturkommunu.

Hon leggur afturat, at hóast endalig niðurstøða ikki er gjørd, er møguligt at hýsa øðrum starvsfólki innan heilsu- og sjúkrarøkt í nýbygninginum.

Kommunan væntar, at um arbeiðið framvegis gongur væl, verður útbygningurin klárur at taka í nýtslu áleið hálvan desember í ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder