Innanlands

Reisigildi fyri seinasta byggistigi úti á Fløtum

Jóan Petur Vang hevur í dag hildið reisigildi fyri fjóðru og seinastu lonini av teimum 112 íbúðunum við Landavegin í Havn. Hetta eru seinastu 32 íbúðirnar

Heðin Mortensen og Jóan Petur Vang

Heðin Mortensen og Jóan Petur Vang

2022-05-23 17:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jóan Petur Vang hevur í dag hildið reisigildi fyri fjóðru og seinastu lonini av teimum 112 íbúðunum við Landavegin í Havn. Hetta eru seinastu 32 íbúðirnar.

Fyrsta lonin var liðug seinasta summar. Tað eru Kontrast Arkitektar, sum hava teknað. Jørðarbeiðið til stóru íbúðarverkætlanina byrjaði á sumri í 2019.

Fjóðra lonin stendur leys av hinum trimum, sum eru háttaðar sum ein hestaskógvur. 12 sløg av íbúðum eru í teimum fýra lonunum. Tær smæstu eru 32 fermetrar og tær størstu eru 119 fermetrar. Tilsamans 300 fólk fara at búgva í íbúðunum.

Skyn stendur fyri søluni. Lonirnar eru sera snotiligar og eru klæddar uttan við skifur. Ein 90 fermetra stór takterrassa við góðum útsýni yvir býin er í aðru lon.

Íbúgvarnir hava eisini atgongd til eitt felagshøli í triðju lonini, sum er á umleið 85 fermetrar - við góðum útsýni yvir býin, og í aðru lon er stórur elevatorur, sum tekur 14 fólk. 

Íbúðarbyggingin er í ávikavist trimum og fýra hæddum, harav syðri partur hevur fýra hæddir, og norðari partur hevur tríggjar. Hvør íbúð hevur eitt kjallararúm/ goymslurúm, eins og eitt parkeringspláss verður til hvørja íbúð. 

Allar íbúðirnar verða bygdar á tilsamans 10.500 fermetrar av lendi, og her verður skapt eitt hugnaligt umhvørvi við góðum plássi á økinum. Allar íbúðarlonirnar verða hitaðar við fjarhita.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder