Innanlands

Reisigildi í Sandavági í dag

Bústaðir byggir saman við Seve og Norðhús fimm íbúðir. Eftir ætlan verður liðugt síðst í oktober

Hans Edmund Josephsen, Norðhús, Allan T. Skaalum, Bústaðir og Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri (Mynd: Vaga.fo)

Hans Edmund Josephsen, Norðhús, Allan T. Skaalum, Bústaðir og Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri (Mynd: Vaga.fo)

2022-07-08 16:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á middegi var reisigildi á Steig í Sandavági, har Bústaðir, saman við Seve og Norðhús byggja fimm íbúðir.

Tað skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.

Arbeiðið hevur gingið skjótt og verður eftir ætlan handað síðst í oktober 2022.

Íbúðirnar verða bygdar í einari lon. Tær verða umleið 80 fermetrar til støddar hvør og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.

Bjarni Prior, borgarstjóri er farin í summarfrí, og tí var varaborgarstjórin Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri, møttur til reisigildið á Steig í dag. Bjarni Prior, borgarstjóri verður aftur aftur 1. august, og til tá røkir Albert Ellefsen uppgávurnar hjá borgarstjóranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder