2025-01-10 07:54

Grindin, sum varð funnin í Árnafjarðarvík seinnapartin í gjár, verður hildin til í dag.
Tóri Simonsen, grindaformaður í Hvannasundi, sigur við Norðlýsið í morgun, at bátar hava ligið hjá grindini í nátt og ætlanin er at reka hana á Hvannasund klokkan 9:30.
Talan er um einar 30 til 40 hvalir, verður mett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald