Innanlands

Reka grindina á Klaksvík

Mett verður at eini 70 hvalir eru í grindini sum varð funnin nakað sunnanfyri Mikladal í kvøld

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2021-08-10 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Síðsti eg visti vóru teir út fyri Húsar, og tað kann ganga skjótt til Klaksvíkar, segði Jens Joensen, sýslumaður, tá vit tosaðu við hann fyri løtu síðani.

Hann var á veg til Klaksvíkar úr Skálafirði, har ein grind legði beinini fyrr í dag.

Í kvøld vóru aftur grindaboð, og hesaferð í Kalsoyarfirði, út fyri Mikladal.

Fyrstu boðini vóru, at tað vóru umleið 70 hvalir. Nú siga teir millum 50 og 100.

Á Marinetraffic sæst, at bátarnir nærkast vágni, og grindin verður tí helst hildin til eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder