2020-12-23 15:04

Hóast nógv er óvanligt í ár, so er eitt sum verður sum vant. Rekkjukoyring í Vágum tollaksmessukvøld verður aftur í ár, og byrjað verður klokkan 23.
Bilarnir savnast við FK-handilin í Miðvági, og síðani verður koyrt runt í oynni.
Í fjør vóru fleiri enn 200 bilar við í rekkjukoyringini, sum á fyrsta sinni var í Vágum í 1998. Fólk aðrastaðni frá koma vanliga eisini vestur at luttaka í koyringini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald