Í gjár fingu tey nýggjan rektara á Miðnámi í Suðuroy. Tað er Rósa Heinesen, sum er nýggjur rektari, og rektarin seinastu fimm árini, Guðrið Johansen, takkar fyri seg.
- Í dag hava vit boðið Rósu Heinesen vælkomna sum okkara nýggja rektara, samstundis hava vit við sorgblídni sagt farvæl við Guðrið Johansen, sum tey seinastu 5 árini hevur røkt rektarastarvið á Miðnám í Suðuroy, skrivar miðnámsskúlin.
- Vit hava havt eina fráfaringarløtu og vilja fegin takka henni fyri tíðina, ið hon hevur verið hjá okkum. Sum tøkk fyri tíðina, hevur Guðrið fingið gávu frá starvsfólkum og næmingum á skúlanum, m.a. hendan vakra málningin, ið okkara dugnaligi næmingur, Ýr Ákádóttir, hevur málað, skrivar Miðnám í Suðuroy.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/02/11/890x590/screen-shot-2020-02-11-at-17.43.06.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald