Mentan

Rektarin á Dansk Bibel-Institut vitjar Føroyar

Børge Haahr Andersen, ið vitjar Føroyar um vikuskiftið, skal m.a. luttaka á møtum og gudstænasum at greiða frá arbeiðinum hjá DBI

Mynd: Trúboðin

Mynd: Trúboðin

2019-11-14 20:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið vitjar Børge Haahr Andersen, rektari á Dansk Bibel-Institut í Keypmannahavn, í Føroyum. Tað skrivar Trúboðin.

Dansk Bibel-Institut (DBI) er eitt ”tilfeingisstað” fyri fólk, ið lesa gudfrøði ella átrúnað ella arbeiða við missión tvørturum landamørk ella onnur mørk. Síðani fyrst í sjeytiárunum hevur DBI verið við til at útbúgva prestar, trúboðarar, leiðarar í kirkjuligum rørslum, miðnámsskúlalærarar og onnur.

Umframt at prædika í kirkjum og missiónshúsum, skal Børge Haahr Andersen eitt nú hitta prestarnar í fólkakirkjuni.

Skal hitta prestar, lesandi og onnur

Nú Børge Haahr Andersen, rektari, vitjar í Føroyum um vikuskiftið, luttekur hann á møtum og gudstænastum, har hann prædikar og greiðir frá arbeiðinum hjá DBI. Eisini skal hann vitja KFS (Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi), hitta prestarnar í fólkakirkjuni á prestafundi í Hoyvíkar kirkju og hava samrøðu við Kringvarp Føroya.

Børge  Haahr Andersen hevur skrivað fleiri bøkur, eitt nú ”Evangeliet i livets overgange”, eitt evni, sum hann eisini skal tosa um í Føroyum.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder