Innanlands

Religión í Føroyum: Eitt norðurlendskt undantak?

Nýggj grein um religión í Føroyum kannar, um Føroyar eru eitt norðurlendskt undantak í religiøsum høpi

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-04-01 16:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya: Heini í Skorini, Herit Albinus og Hans Andrias Sølvará hava skrivað nýggja vísindaliga grein um religión í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond.

Greinin er javnlíkamett og prentað í danska vísindaliga tíðarritinum Økonomi og Politik, sum júst hevur givið út serútgávu um religión og politikk.

Høvundarnir starvast allir á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og við støði í komparativum hugburðskanningum um trúgv og lívsáskoðan viðger greinin, í hvønn mun Føroyar eru eitt undantak samanborið við onnur Norðurlond.

Kanningarnar geva ábendingar um, at Føroyar eru eitt undantak, tí føroysku úrslitini eru munandi øðrvísi samanborið við úrslitini í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi.

Spurningarnir í kanningini snúgva seg m.a. um, hvønn týdning átrúnaður hevur í lívinum hjá menniskjum, og hvussu nógv siga seg trúgva upp á ein Gud ella eitt lív eftir deyðan.

[object Object]

Úrslitini eru eisini býtt á ymsar bakgrundsvariablar, t.d. aldur, kyn, bústað og hugsjónarliga sannføring, og teoretiska útgangsstøðið byggir á sekulariseringsteori og kritikkin av hesi teori.

Granskingarráðið hevur fíggjað føroysku kanningina, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman data. Kanningin er statistiskt umboðandi í mun til kyn, aldur, bústað o.s.fr.

Umframt kvantitativu úrslitini snýr greinin seg eisini um føroyska trúarsøgu, og hvørji søgulig viðurskifti hava myndað átrúnaðarliga landslagið í Føroyum. Greinin viðger m.a., hví vekingarrørslurnar, sum fingu fótafesti í Føroyum tíðliga í 1900-talinum, ikki megnaðu at festa røtur í Íslandi. Sostatt er talan um eina tvørvísindaliga útgávu, sum umfatar bæði hagtøl, religiónssosiologi og søgu.

Greinin er opin og kann lesast her.

Her er yvirlit yvir alla serútgávuna um religión og politikk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder