Uttanlands

Remøy fekk lík í trolið

Norskur trolari fekk ikki bara rækjur í trolið undir fiskiskapi í Smoguni

2019-04-04 17:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski rækjutrolarin Remøy fekk óunniligan fong, tá tey tóvaðu í Smoguni í Barentshavinum í morgun.

-Fyrst trúðu vit, at tað vóru nøkur oljuklæði, sum lógu aftast í trolinum. Men tá vit hugdu nærri, sóðu vit, at tað var leivdirnar av einum fólki. Tá støðgaðu vit, pakkaðu líkið inn og settu kós móti landi.

Soleiðis sigur Kjetil Ervik, skipari á Remøy við NRK í dag.

Remøy hevur nú sett kós móti Båtsfjord, og síðan verður líkið flutt til Tromsø til eyðmerkingar, sigur løgreglan í Troms við NRK.

Løgreglan er ikki vitandi um nakran persón, sum er saknaður í økinum. Smogan er altjóða øki millum norskan og russiskan sjógv, og í russiskum øki eru fleiri persónar mistir seinastu árini, skrivar NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder