Illgruni er um, at róðursmaðurin á einum russiskum farmaskipi, sum í gjár sigldi beint inn í eina brúgv í býnum Busan í Suðurkorea, var fullur á vaktini.
Suðurkoreanskir myndugleikar hava lagt út eina video av hendingini, tá russiska farmaskipið Seagrand alt ov seint legði til merkis, at tað var á skeivari kós.
Ikki fyr enn hundrað metrar frá brúnni, verður sligið bakk, men tá er ov seint.
Skipið sigldi beint inn í stóru Gwangan-brúnna og tað sær út til, at tað er ein krani fremst á skipinum, sum fær stórsta skaðan. Á myndunum sæst eisini, at bilar á brúnni royna at stýra undan, tá skipið nærkast.
Brúgvin sjálv slapp frá hendingini uttan stórvegis skaða, og løgreglumyndugleikarnir í Busan siga fyri fjølmiðlunum, at tað bert gjørdist neyðugt at steingja partar av brúnni orsaka av hendingini.
Sambært suðurkoreanska Yonhap-tíðindastovuni hevur løgreglan kannað manningina fyri rúsdrekka, og tað vísti seg, at skiparin hevði eina promillu upp á 0,8 – nakað yvir markið í Suðurkorea, sum er 0,3.
Men løgreglan leggur dent á, at enn er óvist, um tað var skiparin, sum hevði vakt á brúnni, tá óhappið hendi.
Løgreglan roynir eisini at finna út av, hví skipið sigldi beint móti brúnni, hóast tað skuldi havt tikið eina heilt aðra leið. Vaktartænastan í landinum royndi at ávara skipið, men málsligir trupulleikar vóru við samskiftinum. Skipið skal eisini hava rent saman við einum ferðafólkaskipið stutt fyri hendingina.
Seagrand kom mikudagin til Busan við eini last av jarnrørum og skuldi víðari til Vladivostok í Russlandi við stáli, skrivar nrk.no.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald