Ein samanstoytur millum tveir bilar á Giljanesi í nátt endaði við, at tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahús til nærri kanningar.
Tað verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.
Ferðsluóhappið hendi um hálvgun trý tíðina í nátt, har ein bilur fór yvir í hina vegbreytina, og rendi frontalt inn í ein mótkoyrandi bil.
Førarin, ið koyrdi bilin, sum fór í mótkoyrandi vegbreyt, fekk ongan skaða, men tað vóru tey bæði fólkini í hinum bilinum, sum altso máttu ein túr framvið Landssjúkrahúsið. Vaktleiðarin á løreglustøðini veit í morgun ikki at siga støðuna, men tey hava so ikki fingið boð um, at tað stendur illa til.
Hesin førarin, sum slapp undan nøkrum studdum, er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og eisini fyri at koyra uttan førararætt.
Rekkjukoyring var í Vágum seint í gjárkvøldið, men tað hevur eftir øllum at døma fingið friðarliga fyri seg. Á løgreglustøðini í morgun vita tey ikki um nakra fráboðan í sambandi við tiltakið, sum plagar at savna einar 200 bilar í Vágum á tollaksmessu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald