Innanlands

Rendi upp í bilin frammanfyri

Ferðsluóhapp var í Gøtudali seinnapartin í gjár

2024-05-02 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 15-tíðina hendi eitt ferðsluóhapp í Gøtudali. Tíbetur hendi ongin álvarsligur fólkaskaði.

Óhappið hendi nærhendis Magn-støðina. Ein bilur, ið kom koyrandi suðureftir, steðgaði á at bíða eftir mótkoyrandi ferðslu fyri at snara til vinstru oman í Norðragøtu.

Men bilurin varð ákoyrdur av einum bili aftanfyri, sum ikki náddi at bremsa. Bilførarin á hesum bilinum verður skuldsettur fyri ikki at hava hildið neyðuga frástøðu. Slíkt plagar at geva klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder