placeholder
Uttanlands

Rennarin Usain Bolt fingið korona

Jamaika hevur upplivað ein vøkstur í talinum av koronasmittaðum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-08-25 09:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin, sum eigur heimsmetini í 100 og 200 metra renning og áttafaldi OL-gullvinnarin, Usain Bolt, er hevur fingið koronavirus.

Tað upplýsir heilsumálaráðið í heimlandi hansara, Jamaika.

Usain Boltn situr í løtuni avbyrgdur í heimi sínum í Jameika. Sjálvur hevur hann boðað frá á sosialu miðlunum, at hann var farin í sóttarhald, meðan hann bíðaði eftir kanningarúrslitunum.

- Eg royni at vera ábyrgdarfullur og verði heima fyri at vera vísur. Eg havi ongi sjúkutekin, men fari í heimasóttarhald fyri at bíða eftir svari, segði hann á einum videobroti mánadagin.

Bolt upplýsir, at hann varð kannaður leygardagin. Hetta var dagin eftir, at hann helt 34 ára føðingardag sín.

Um vikuskiftið var eitt filmsbrot frá føðingardagsveitslu hansara at síggja á netinum. Ein rúgva av fólkum hugnaði sær, tey drukku og dansaðu uttan at halda frástøðu ella bera andlitsmasku.

Fjepparar ynskja Bolt góðan bata á sosialu miðlunum, meðan onnur skuldseta hann fyri ikki at hava verið nóg varin.

Usain Bolt støðgaði sum rennari eftir heimsmeistaraskapin í 2017. Hann eigur heimsmetini í 100 og 200 metra renning.

Tað hava verið yvir 60 nýggir smittutilburðir um dagin í Jamaika hesi seinastu fýra samdøgrini. Fyri fáum vikum síðani lá talið um tíggju um dagin.

Myndugleikarnir siga, at orsøkin til vøksturin er, at landið lat upp fyri ferðandi, tá tjóðardagurin skuldi hátíðarhaldast fyrr í hesum mánaðinum.

Jameika hevur nú sett nýggjar avmarkingar í verk. Eitt nú er útgongubann frá klokkan 19 til 5 á morgni, og upplatingin av skúlunum er útsett í ein mánað, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder