Innanlands

Rentu- og príshækkingar kunnu tálma prísvøkstrinum á sethúsamarknaðinum

Prísvøkstur saman við rentuhækkingum minkar um tøkupeningin hjá føroysku húsahaldunum, og tað kann elva til, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða eins høgar prísir við keyp av býli, sum frammanundan. Tað kann koma at tálma prísvøkstrinum á sethúsamarknaðinum,vsigur Landsbankin

Eftirspurningurin eftir sethúsum er tó framvegis nógv størri enn útboðið, serliga í miðstaðarøkinum (Savnsmynd)

Eftirspurningurin eftir sethúsum er tó framvegis nógv størri enn útboðið, serliga í miðstaðarøkinum (Savnsmynd)

2022-07-04 12:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í næstum fer rentustøðið at hækka, og tað hevur øktar rentuútreiðslur til bæði sethúsalán, billán og aðra skuld í bankanum við sær. Hækkar rentan við 1 prosentstigi, skulu umleið 800 kr. meira um mánaðin gjaldast fyri hvørja lænta million krónur í rentuútreiðslum.

Eisini eru prísirnir á orku, tilfari og fleiri ráevnum dýrkaðir, og tað minkar somuleiðis um tøka peningin hjá føroysku húsarhaldunum. Komandi rentuhækkingarnar kunnu tískil saman við prísvøkstrinum elva til, at húsarhaldini ikki longur kunnu bjóða eins høgir prísir við keyp av sethúsi, sum frammanundan, og tað kann koma til at tálma prísvøksturin á sethúsamarknaðinum.

Hinvegin er eftirspurningurin eftir sethúsum framvegis nógv størri enn útboðið, serliga í miðstaðarøkinum, sum fyrst og fremst kemur av stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini.

Samanumtikið verður mett, at prísvøksturin, sum vit higartil hava sæð á sethúsamarknaðinum seinastu áleið 8 árini, fer at hæsa av, men tað merkir ikki neyðturviliga, at sethúsaprísirnir beinleiðis fara at lækka í stóran mun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder