Uttanlands

Republikanarar hava nú meirilutan í Umboðsmannatinginum

Eftir at republikanski Mike Garcia vann í Kalifornia, hava republikanarar tryggjað sær 218 umboð

Nývald umboð avmyndað á Capitol Hill í Washington D.C. týsdagin (Mynd: EPA)

Nývald umboð avmyndað á Capitol Hill í Washington D.C. týsdagin (Mynd: EPA)

2022-11-17 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Republikanarar hava tryggjað sær meirilutan í amerikanska Umboðsmannatinginum eftir miðskeiðisvalið í farnu viku.

Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, m.a. CNN.

Sambært tíðindastovuni AP hava republikanarar tryggjað sær meirilutan, eftir at republikanski Mike Garcia vann yvir demokratisku Christy Smith í Kalifornia, og harvið hava republikanarar tryggjað sær 218 umboð, sum er tað talið, ið krevst fyri at fáa meiriluta.

Umboðsmannatingið hevur 435 limir, sum eru valdir fyri tvey ár í senn, og allir limir standa fyri vali annað hvørt ár. Seinastu tvey árini hava demokratar havt 222 umboð, meðan republikanarar hava havt 213.

Demokratarnir hava higartil tryggjað sær 210 umboð í Umboðsmannatinginum, men alt er ikki liðugt talt upp.

Í farnu viku gjørdist greitt, at demokratar varðveita meirilutan í Senatinum. Seinastu tvey árini hava báðir flokkar havt 50 umboð í part, og í løtuni standa demokraternir til at varðveita síni 50 umboð, meðan republikanarar hava 49.

Hvør flokkur fær seinasta sessin skal avgerast við einum umvali í statinum Georgia. Men í støðum, har tað stendur á jøvnum, er tað varaforsetin, sum í løtuni er demokratiska Kamala Harris, sum eigur avgerandi atkvøðuna, og tí kann mann tosa um ein demokratiskan meiriluta, hóast báðir flokkar skuldu fingið 50 umboð í part.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder