Uttanlands

Republikanarar stuðla valstríð hjá demokratum

Ein bólkur av republikanskum mótstøðufólkum hjá Donald Trump, sum kallar seg Renew America Movement ynskir at stuðla meira moderatum politikarum, og tí fer hann at stuðla 11 demokratum, níggju republikanarum og einum uttanflokkapolitikara á miðskeiðsvalinum komandi ár

Kongressbygningurin á Capitol Hill í Washington D.C. (Mynd: EPA)

Kongressbygningurin á Capitol Hill í Washington D.C. (Mynd: EPA)

2021-10-15 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bólkur av mótstøðufólkum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, í republikanska flokkinum hava tikið avgerð um at hjálpa eini røð av demokratiskum politikarum á miðskeiðisvalinum næsta ár.

Í bólkinum, sum kallast Renew America Movement (RAM) ynskja tey at forða fyri, at teirra egni flokkur aftur fær valdið í Kongressini.

Rørslan varð stovnað av moderatum republikanarum, sum undraðust á, at ein stórur partur av floksfeløgum teirra stuðla uppáhaldið hjá Trump um, at hann varð snýttur í sambandi við forsetavalið í november í fjør.

Bólkurin ætlar eisini at stuðla republikanarum, sum hava víst ákærunum hjá Trump um valsvik aftur. Millum teirra er Liz Cheney, sum misti ein leiðslusess í flokkinum, eftir at hon hevði víst aftur tað, sum hon kallaði "stóru lygnina", skrivar Ritzau.

Limirnir í RAM undirstrika, at tað er sera umráðandi at stuðla meira moderatum politikarum. Higartil hevur RAM valt at stuðla og føra valstríð fyri 11 demokratum, níggju republikanarum, og einum uttanflokkapolitikar.

Demokratar hava í dag ein lítlan meiriluta í Umboðsmannatinginum, og í Senatinum hava demokratar og republikanarar 50 sessir hvør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder