Uttanlands

Republikanarar vilja hava sonin hjá Joe Biden at vitna

Republikanarar vilja hava Hunter Biden og varskógvaran, sum avdúkaði telefonsamrøðuna millum Trump og ukrainska forsetan, at vitna í sambandi við ríkisrættarmálinum móti Trump í næstu viku

Joe Biden og sonur hansara, Hunter Biden (Mynd: EPA)

Joe Biden og sonur hansara, Hunter Biden (Mynd: EPA)

2019-11-10 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Republikanarar vilja hava sonin hjá Joe Biden, Hunter Biden at vitna í sambandi við ríkisrættarmálinum móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, í næstu viku

Eisini ynskja republikanarar at varskógvarin, sum setti gongd í sonevnda Ukraina-málið, verður avhoyrdur, skrivar Politiken.

Í telefonsamrøðu 25. juli, verður Trump ákærdur fyri at hava tikið egin áhugamál framum tjóðina við at royna at leggja trýst á ukrainska forsetan, Volodimir Zelenskij fyri at fáa hann at finna fram keðiligar upplýsingar um Joe Biden og son hansara.

Joe Biden, sum var varaforseti undir Obama er eisini favorittur at gerast forsetavalevnið hjá demokratunum næsta ár.

Meðan Biden var varaforseti sat sonur hansara, Hunter, í nevndini í ukrainska orkufelagnum Burisma, sum hevur verið í einum skattamáli, og hetta var orsøkin til, at Trump vildi hava upplýsingar um Biden og son hansara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder