34 ára gamli republikanski George Santos úr New York er komin í harðan andróður bert tveir mánaðir eftir, at hann varð valdur inn í umboðsfólkatingið í USA á fyrsta sinni.
Santos verður skuldsettur fyri at hava logið um seg sjálvan og fortíð sína. Men hann sýtir fyri at ganga krøvum frá floksfeløgum á møti, og siga tingsessin frá sær.
- Eg eri valdur til tess at tæna fólkinum í triðja valdømi í New York, ikki at tæna flokkinum ella politikkarum, skrivar hann á Twitter.
Boðini koma eftir, at ein røð av republikanarum úr New York í gjár á einum tíðindafundi heittu á Santos um at taka seg aftur eftir avdúkingarnar um “lygn oman á lygn” um hansara starvsleið og fortíð.
Tíðindafundurin varð hildin bert tveir dagar eftir at ein óheftur eygleiðari skuldsetti Santos fyri at hava brotið lógina fyri fígging av valstríðnum.
- Tað er bara lygn oman á lygn oman á lygn. Tað gjørdist eitt mynstur, segði Joseph Cairo, ið er floksformaður í Nassau County í New York á tíðindafundinum.
Skuldsetingarnar koma eftir at miðlar hava skrivað um, at Santos so at siga hevur íspunnið persónin, sum hann segði seg vera undir valstríðnum.
Hann skal hava logið um sína útbúgving frá New York University og Baruch College. Ongin á hesum lærustovnum kennir til mannin.
Harumframt hevur hann sagt, at hann hevur arbeitt fyri Goldman Sachs og Citigroup – og tað er heldur ikki satt.
Tað er heldur ikki satt, at hann er jødi og at omma og abbi hansara eru sluppu undan nasistunum undir øðrum heimsbardaga.
- At hann kann finna upp at penta saman søguna um, at omman og abbin sluppu livandi frá Holocaust er ikki til at fata. Tað er snøgt sagt ósømiligt og andstyggiligt, sigur republikanarin Bruce Blakeman frá Nassau County.
- Hann er ein skemdarblettur fyri umboðsfólkatingið, leggur hann afturat.
Republikanararnir hava ein tepran meiriluta á 222 móti 221 í umboðsfólkatinginum. Republikanski tingformaðurin, Kevin McCarty sigur tó, at hann ikki hevur ætlanir um at trýsta Santos til at siga sessin frá sær, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald