Uttanlands

Republikararnir hava tryggjað Senatið - Trump vunnið fyrstu sveiggj-statirnar

Sær meira og meira út sum stórur dagur fyri republikanska flokkin. Donald Trump hevur 230 valmenn og er á odda í øllum sveiggjstatunum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-11-06 05:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt. 

Hetta er eitt kent sitat innan politikk í Føroyum, og tað er galdandi fyri politikk, ítrótt og annað í nógvum førum.

Tað er als ikki liðugt í USA i nátt/í morgun, tí nógvar atkvøður eru eftir at teljaí avgerandi statum.

Donald Trump hevur tó nú við 99,9 prosent vissu vunnið North Carolina og allarhelst eisini Georgia.

Hetta eru tveir av teimum sjey "sveiggj-statunum"í ár. Tað vil siga teimum statum, har veruligur spenningur var um úrslitið áðrenn. 

Báðir geva 16 valmenn, og nú nærkast hjá Trump, í mun til 270. Hetta er krava talið av valmonnum.

Forsetin er eisini á odda í hinum sveiggj-statunum, nú meira og meira verður talt upp. Hetta vísir yvirlit hjá tv2.dk.

New York Times metir, at sannlíkindini fyri Trump-sigri eru omanfyri 90 prosent.

[object Object](Skíggjamynd: TV2)

Senatið er reytt aftur

Republikanski flokkurin hevur eisini fyri fyrstu ferð síðani 2020 fingið meirluta í Senatinum. Hetta er størra kamarið í kongressuni - tí lóggevandi valdinum í USA.

Tað kann hava óvuliga stóran týdning hjá einum flokki at hava meirluta har. Stríðið um hitt kamarið, umboðsmannatingið, koyrir framvegis. Republikanararnir eru á odda,men atkvøður úr demokratisku háborgini í Kalifornia vanta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder