Innanlands

Rescue Lív havt úr at gera

Manninginin á bjargingarbátinum hevur seinastu dagarnar havt úr at gera við sjúkraflutningi og at koma uppsteðgaðum bátum til hjálpar

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-07-14 09:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Manningin á bjargingarbátinum Rescue LÍV hevur havt úr at gera seinastu dagarnar við sjúkraflutningi og at koma uppsteðgaðum bátum til hjálpar. 

Mikukvøldið í farnu viku var Rescue LÍV í Nólsoy á sjúkraflutningini, og longu morgunin eftir – hósmorgunin beint eftir klokkan seks – vóru aftur boð eftir Rescue LÍV at fara eftir einum báti, sum var steðgaður upp slakar 20 fjórðingar eystur úr Stongini.

Bátarnir vóru ikki meiri enn komnir aftur á Havnina, so var aftur útkall. Hesaferð eftir einum báti, sum var steðgaður upp úti við "Nýhavnina" í Havn, verður greitt frá á Facebooksíðuni hjá Rescue LÍV.

Fríggjakvøldið var heitt á manningina á Rescue LÍV at fara einum báti til hjálpar, sum var staddur slakar 20 fjórðingar eystur úr Fugloynni.

Báturin hevði maskinbrek og fekk ikki siglt sjálvur. Fyrsti maðurin var hjá bátinum tríggjar minuttir eftir, at útkallið kom, og tað gingu 11 tímar til Rescue LÍV var aftur á Havnini.

Klokkan sjey í gjárkvøldið var bjargingarbáturin so boðsendur at fara nakað eystur um Nólsoynna eftir einum báti, sum ikki fekk siglt vegna maskinbrek.

Fyrstu maðurin var hjá bátinum ein minutt eftir, at útkallið kom, og Rescue LÍV loysti 15 minuttir eftir útkallið. Tveir tímar eftir, at tey loystu, vóru tey aftur í Havn við bátinum, skrivar Rescue LÍV.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder