Ress Spa er Vinnuátakið 2026. Tað varð kunngjørt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag.
Við Ress Spa er føroyska náttúran ikki bara karmur um upplivingina. Skiftandi ljósið, veðrið og landslagið eru ein partur av tí, gesturin kemur fyri at uppliva.
Endamálið er at skapa eitt stað, har gesturin kann steðga á, leggja gerandismeldrið frá sær og í nakrar tímar gloyma tíð og stað.
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist og Súsanna í Stórustovu, welness manager hjá Ress Spa (Mynd: Vinnuhúsið)
Men aftan fyri upplivingina liggur eisini ein stór vinnulig satsing. Dómsnevndin hevur lagt dent á áræðið í at gera eina so stóra og gjøgnumførda íløgu á einum avmarkaðum marknaði. Tað krevur trúgv upp á, at til ber at skapa eina uppliving, sum fólk vilja ferðast eftir og rinda fyri.
Átakið hevur eisini týdning fyri ferðavinnuna sum heild. Tað gevur gestum enn eina orsøk til at koma til Føroya, steðga longur og brúka fleiri av teimum tænastum og upplivingum, sum eru tøkar. Samstundis hevur Hotel Føroyar við Ress Spa fingið eitt nýtt bein at standa á.
Í 2026 fekk Ress Spa harumframt stóra altjóða viðurkenning, tá ið TIME Magazine valdi staðið sum eitt av World’s Greatest Places.
Ein samd dómsnevnd hevur tí valt Ress Spa sum Vinnuátakið 2026.
Sí grundgevingina á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald