Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur í dag sent uppskot til hoyring um broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring.
Ferðslutrygdarætlanini fyri 2019-2027, sum er gjørd av Ráðnum fyri Ferðslutrygd og øðrum samstarvsfeløgum, verður varpað ljós á vandan, tá førarar undir koyring ikki hugsavna seg um at koyra bil, men heldur eru upptiknir av øðrum, sum t.d. at tosa í fartelefon. Ferðslutrygdarætlanin mælir til, at førari av einum akfari, sum brúkar handhildna fartelefon ella annað handhildið samskiftistól, skal fáa klipp í koyrikortið og eina hægri bót.
Hesum tilmæli ynskir landsstýrismaðurin í samferðslumálum at fylgja, og tí er eitt av uppskotunum til broytingar í ferðslulógini, at bótin fyri nýtslu av handhildnari fartelefon, ímeðan koyrt verður, verður hækkað úr 1000 krónum til 1500 krónur umframt at tú fært klipp í koyrikortið.
Onnur uppskot til broytingar snúgva seg um, at verandi krav um skeið um rúsdrekka og ferðslu í sambandi við treytaleysa frádøming av koyrikortinum verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni; forboð fyri nýtslu av lítlum motordrivnum akførum sum t.d. rennihjólum; tillagingar í tænastugjøldum, umframt at aðrar tekniskar broytingar eisini verða gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald