
Føroya Rættur hevur við dómum frá 28. februar tikið undir við ákæruvaldinum í, at sektarstigið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu skal vera hægri.
Hesum boðar Føroya Politi frá í skrivi í dag.
Mett varð at revsingin fyri at hava rúsevni uppi á sær hevur verið ov lin - so lítil at tað ikki ger veruligan mun.
Sektarstøðið fyri at hava hassj uppi á sær til egna nýtslu hevur verið óbroytt í nógv ár og er ikki hækkað, tað sum er farið av hesi øldini. Sektin fyri at hava upp til 5 gram uppi á sær hevur verið 750 kr.
- Føroya Politi hevur ta fatan, at eitt ov lágt sektarstøðið ongan fyribyrgjandi virknað hevur, og samstundis er tað ikki ein revsing sum kann merkjast. Harumframt er lága sektarstøðið ikki í samsvari við høgu revsingina, sum er fyri at selja hassj víðari.
Av hesari orsøk førdi kkæruvaldið fýra mál í Føroya Rætti við pástandi um, at sektarstøðið fyri at hava hassj uppiá sær til egna nýtslu generelt skal hækka.
Hesum tók Føroya Rættur undir við, og nú er revsingin yvir 100 prosent hægri.
- Vanliga revsingin fyri at hava upp til 5 gram av hassji uppiá sær til egna nýtslu er nú 2.500 kr. fyrstu ferð. Aðru ferð hækkar sektin 50 prosent og triðju ferð 100 prosent. Millum 5-10 gram av hassji til egna nýtslu kostar nú 3000 kr fyrstu ferð, aðru ferð hækkar sektin 50 prosent og triðju ferð 100 prosent, skrivar Føroya Politi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald