Uttanlands

Reyð panda rann millum bilarnar í Odense

Mátti skjótast við doyvingarørvi niður úr einum træ

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-01-16 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Odense í Danmark var á panda veiði í gjárkvøldið. Nakað fyri klokkan 23 varð boðað frá, at brúk var fyri løgregluni fyri at bjarga eini panda-bjørn úr ferðsluni í Odense.

Tað er bert Zoologisk Have í Keypmannahavn, sum hevur pandabjarnir í Danmark, men Odense Zoo hevur reyðar pandabjarnir – tær eru nakað minni enn tær kendu hvít-svørtu bjarnirnar. Og tað var ein reyð panda, sum í gjárkvøldið var sloppin leys úr djóragarðinum.

Løgreglan fór á staðið, og tað eydnaðist teimum at reka bjørnina upp í eitt træ. Ein djóralækni varð eisini tilkallaður, og hann var vápnaður við doyvingarørvum, og kundi skjóta bjørnina, so hon datt niður úr trænum.

Undir trænum stóðu løgreglufólk til reiðar at lofta bjørnini við einum teppi. Alt gekk væl, og nú er bjørnin aftur á sínum stað í djóragarðinum.

Hetta var ikki fyrstu ferð, at ein reyð panda er rýmd úr djóragarðinum í Odense. Seinast var undir storminum Alfrida, sum herjaði í Danmark um hetta mundið í fjør. Tá var bjørnin funnin við Odense á dagin eftir og fangað.

Ein reyð panda er umleið 60 sentimetrar long. Tær liva eitt nú í fjallaskógum í Nepal, har tær serliga liva av bambus, men eta eisini flogkykt, fuglaungar og smærri djór. Reyð panda er ein sokallað hálvbjørn á sama hátt sum eitt nú tváttarbjørnin, og dugir væl at klatra. Hon kann leypa upp í hálvanannan metur grein av grein, skrivar miðilin fyen.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder