Innanlands

Reyði Krossur fær gávu til váðameting

Stuðulsgrunnurin hjá Betri stuðlar við 200.000 krónum

2019-10-02 17:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Betri Stuðulsgrunnurin stuðlar Reyða Krossi við 200.000 krónum. Stuðulin skal brúkast til at skipa fyri einari týðandi kanning í Føroyum út frá altjóða leisti, sum Reyði Krossur brúkar um allan heim. Kanningin er ein umfatandi váðameting, sum skal lýsa, hvørjir váðar eru til staðar í Føroyum í dag, og hvat kann væntast í framtíðini. Hendan vitan skal brúkast til at eyðmerkja vandar og harvið fyribyrgja og skipa tilbúgving.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, sigur:

- Stuðulin hjá Betri kemur væl við og ger, at Reyði Krossur veruliga fær betra um humanitera hjálpararbeiðið í Føroyum.

Reyði Krossur fer at brúka váðametingina til at menna trygdina í Føroyum, herundir at lýsa humaniterar váðar í føroyska samfelagnum, hvørjir samfelagsborgarar eru í størsta váða, og hvørjar førleikar føroyska samfelagið hevur fyri mótstøðuføri og at loysa hesar avbjóðingar. Á leið 30 serfrøðingar innan tilbúgving og sosialt arbeiði í Føroyum hava játtað at vera við í kanningini.

Umframt hesa gávu heldur Betri fram sum høvuðsstuðul hjá samarittunum, ið fyribyrgja skaðar og skapa trygd til flestu stevnur, festivalar og tiltøk kring landið.

Sjálvboðin í samaritt-tænastuni hava góða útbúgving innan fysiska og sálarliga fyrstuhjálp og arbeiða við at veita fyrstuhjálp til alt frá smásnuddum til størri skaðatilburðir og at geva professionel boð víðari til eitt nú sjúkrabil og løgregluna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder