Innanlands

Reyði Krossur Føroya letur hálva millión til at verja neyðstaddar ungar kvinnur í Bangladesj

Talan er um hjálparátøk í flóttafólkaleguni, Cox Bazar, í Bangladesh, ið er heimsins størsta flóttafólkalega

2021-12-22 10:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðan august í 2017 eru útvið 900.000 fólk flýggjað úr Myanmar til Cox Bazar undan harðskapi og ágangi. Meginparturin av hesum eru kvinnur og børn.

Heimsins størsta flóttafólkalega hevur trong og vánalig kor, og meginparturin av flóttunum hava sálarlig mein og angist. . Harumframt er Bangladesh eitt av londunum í Asia, sum eru harðast rakt av koronu.

Reyði Krossur Føroya hevur júst latið eina hálva millión krónur til hjálparátøk í flóttafólkaleguni, Cox Bazar, í Bangladesh. Talan er eitt nú um átøk ímóti koronu, og átøk at tryggja vernd og vælferð hjá neyðstøddum ungum kvinnum.

Hesum boðar felagskapurin frá í tíðindaskrivi í morgun

Hesin peningurin fer millum annað til: 

- Stuðla undir koppsetingarátøkum og tryggja, at útlutingin av koppsetingini er munagóð og rættvís,

- Veita psycho-sosialan stuðul til sárbærar borgarar í Cox Bazar leguni, har givið verður serligt far um ungar gentur og børn,

- Útbyggja verandi verndarátøk, so sum barnaverndarskipanir.

[object Object][object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder