Innanlands

Reyði Krossur Føroya letur hálva millión til hjálparátøk í Etiopia

Peningurin fer eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp, og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia

Flóttafólk úr Etiopiska Tigray-landslutinum uttanfyri Um Rakuba-flóttafólkaleguna í Sudan (Mynd: EPA)

Flóttafólk úr Etiopiska Tigray-landslutinum uttanfyri Um Rakuba-flóttafólkaleguna í Sudan (Mynd: EPA)

2021-07-10 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Reyði Krossur Føroya hevur latið 500.000 krónur til hjálparátøk hjá Reyða Krossi í Tigray-landslutinum í Etiopia.

– Humanitera kreppan í Tigray-landslutinum í Etiopia er nógv versna í seinastu tíðina. Samanbrestir hava havt við sær, at ein stórur partur av fólkinum hevur tørv á bráðfeingis verju og humaniterari hjálp. Bæði eldri borgarar, børn og kvinnur eru í serligum vanda fyri harðskapi, og stórur tørvur er á bráðfeingis heilsutænastum, lívbjargandi útgerð, skjóli, seingjaplássum, og atgongd til vatnveitingar, reinføri og aðrar grundleggjandi tænastur, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

– Harumframt eru átøkini ímóti Covid-19 tyngd og seinkað av hættisligu støðuni í landinum, og Tigray-landsluturin er harafturat í stórum vanda fyri náttúruvanlukkum, sum eitt nú skerpingi, flóð og ongsprettu-plágum.

Peningurin, sum Reyði Krossur Føroya hevur latið, fer eitt nú til bráðfeingis humanitera hjálp, at tillaga hjálparátøk til viðkvæmar bólkar, til sálarliga fyrstuhjálp, og til at menna viðkomandi førleikar hjá Reyða Krossi í Etiopia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder