Innanlands

Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata 800.000 krónur til hjálpararbeiði í Gaza

Peningurin fer bæði til felt-sjúkrahúsið hjá Reyða Krossi og til at hjálpa børnum, ið liva undir sera truplum umstøðum

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Reyði Krossur Føroya stuðlar hjálpararbeiði í økinum (Mynd: Reyði Krossur Føroya)

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Reyði Krossur Føroya stuðlar hjálpararbeiði í økinum (Mynd: Reyði Krossur Føroya)

2025-02-13 18:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata nú 800.000 krónur til hjálpararbeiði í Gaza.

Hesum boðar Reyði Krossur frá í skrivi í dag.

Peningurin fer bæði til felt-sjúkrahúsið hjá Reyða Krossi og til at hjálpa børnum, ið liva undir sera truplum umstøðum.

Sjúkrahúsið lat upp í mai 2024 og hevur síðan tá hjálpt fleiri enn 60.000 sjúklingum og tikið ímóti 400 børnum, ið komu til verðina.

Ein annar partur av  stuðlinum fer eitt nú til at bjóða børnum CABAC-samrøður (Children Affected By Armed Conflict) – samrøðurnar hava til endmáls at hjálpa børnum at finna gleði, og er eitt trygt stað at spæla og práta burtur frá tunga gerandisveruleikanum. Verkætlanin fevnir eisini um undirvísing.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Reyði Krossur Føroya stuðlar hjálpararbeiði í økinum.

- Í oktober 2023, veittu vit eisini saman við Føroya landsstýri stuðul til bæði Palestinska Reyða Hálvmána og Ísraelska Reyða Kross til teirra humanitera arbeiði.

Reyði Krossur Føroya undirstrikar í hesum sambandið, at talan er um ein uttalveltan felagskap:

- Reyði Krossur er óheftur, ópartískur og uttanveltaður. Vit eru til staðar í kreppum um allan heim – men vit taka ikki støðu í stríðum – okkara uppgáva er at hjálpa teimum, sum hava størstan tørv.

Vit rópa kanska ikki altíð so hart sum summi høvdu ynskt. Men fyri okkum snýr tað seg ikki um at siga mest – men um at hjálpa mest.

Júst uttanveltaða støðan gevur serliga atgongd til at hjálpa fólki í neyð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder