Uttanlands

Reyði Krossur Føroya sendir 200.000 krónur í neyðhjálp

Mett verður, at uml. 76.000 fólk eru ávirkað av ódnini Dorian, og at tørvur er á uml. 22 milliónir krónur til neyðhjálpararbeiðið á Bahamas

Mynd: Reyði Krossur

Mynd: Reyði Krossur

2019-09-05 17:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ódnin Dorian hevur herjað Bahamas oyggjarnar í tvey samdøgur og oyðileggingarnar eru sera umfatandi. Sambært Reyða Krossi verður mett, at uml. 76.000 fólk eru ávirkað av ódnini.

Avgerðandi er at bera skjótt av fyri at bjarga lívum og veita neyðuga hjálpina, tí stóð tilbúgvingin hjá Reyða Krossi til reiðar at seta inn, so skjótt sum gjørligt, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivi.

Mett verður, at tørvur er á uml. 22 milliónir krónur til neyðhjálpararbeiðið. Peningurin skal í høvuðsheitinum fara til at veita skjól til familjur og at útvega neyðug húsarhaldstól sum lampur og telefonir. Reyði Krossur hevur lagt serligan dent á at veita neyðhjálp til tey veikastu í samfelgnum, harímillum 4.400 børnum og 1.600 eldri fóki.

Starvsfólk og sjálvboðin hjá Reyða Krossi bjóða eisini heitar máltíðir og mat til fólk sum, vegna ódnina, ikki hava fingið eina ordiliga máltíð í fleiri dagar. Hereftir leggir Reyði Krossur seg eftir at geva vanlukkuraktum fólki reiðan pening, soleiðis at tey sjálv kunnu gera av hvat tey hava størstan tørv á.

Reyði Krossur veitir eisini hjálp í sambandi við heilsu og reinføri, sálarligan stuðul, vatn og setir í tiltøk í verk, sum skulu fyribyrgja, a harðskapur, eitt nú kynsligur ágangur, tekur seg upp.

Reyði Krossur Føroya hevur tí sent 200.000 krónur til Reyða Kross á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder