Uttanlands

Reyði Krossur Føroya stuðlar heimvendum etiopum at koma á føtur aftur

Reyði Krossur Føroya hevur latið 600.000 krónur til eina verkætlan hjá Reyða Krossi í Etiopia

2019-12-30 19:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Etiopia er fólkaflyting eitt afturvendandi og umstrítt evni. Áhaldandi ófriður, skert frælsi, forfylging og ein kúgandi samfelagsskipan teljast millum grundirnar til at fleiri fólk rýma. Harafturat tørva nógvum borgarum atgongd til grundleggjandi tænastur, útbúgving og arbeiði; umframt at veðurlagsbroytingar og ófriður gera, at matur á borðið er eingin vissa.

Flestu etiopar sum rýma, flyta til Jemen, Saudiarabia og Golf statirnar. Sera nógv venda tó heim aftur. Síðan 2017 eru 300.000 etiopar vendir aftur úr Saudiarabia, eftir at hava verið fyri øgiligum ágangi, so sum kropsligum og kynsligum harðskapi, svikabragdum og ólógligum menniskjahandli. Heimafturkomin, møta tey somu avbjóðingum, sum var atvoldin til at tey fluttu av fyrstan tíð, umframt at tey nú eisini skylda peningin til at fíggja ferðina. Tey, sum venda heim aftur, vera ofta sæð sum ein byrða hjá familjuni og eru tey javnan fyri mismuni.

Reyði Krossur Føroya letur 600.000 kr. til eina verkætlan hjá Reyða Krossi í Etiopia, sum snýr seg um at stuðla endur-integratiónini hjá teimum sum venda heim aftur. Reyði Krossur vil styrkja mótstøðuførið hjá teimum, ofta tómhentu, heimvendu, við at bjóða teimum:

- Grundleggjandi neyðhjálp, so sum heilsutænastur, teppir, reinførisútgerð o.a.
- Sálarligan stuðul, ofta ígjøgnum sokallaði “Safe Spaces” har hjálp og kunning verður bjóðað.
- Atgongd til arbeiði og stuðul til at skapa sær eitt lívsgrundarlag, t.d. pening til at seta á stovn eitt virki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder