
- Matur ella læknahjálp? Skulu børnini fara aftur í skúla ella til arbeiðis? At vera flóttafólk í Libanon inniber nógv trupul val fyri børn og vaksin. Talið av flóttafólki er nógv økt í hesum lítla landinum við Miðalhavið seinastu árini, og í dag er Libanon eitt tað landið í heiminum, ið hýsir flest flóttafólkum. Hendan støðan ger, at allar tænastur í Libanon eru undir stórum trýsti, og nógv fólk liva í ringum fátækradømi, uttan at fáa nokk av mati, og uttan atgongd til neyðuga læknahjálp. At ganga í skúla er nakað, sum fleiri hundraðtúsund børn og teirra foreldur bara kunnu droyma um.
Soleiðis skrivar Reyði Krossur um støðuna í Libanon, har tað eisini var ein stór spreingingi í august mánað í fjør.
Føroyar hevur tí latið 150.000 krónur til Reyða Kross í Libanon, sum hevur eina lyklastøðu í at skipa humaniter átøk í landinum. Hetta kemur afturat teimum 700.000 krónunum, ið vóru sendar eftir í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald