Innanlands

Reyði Krossur latið seks milliónir til hjalparátøk í Ukraina

Síðst í februar sendi Reyði Krossur tvær milliónir til bráðfeingis hjálparátøk í Ukraina og grannalonunum. Nú er avgerð tiin um at lata fýra milliónir afturat

2022-04-15 08:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðst í februar, stutt eftir at kreppan í Ukraina tók seg upp, sendi Reyði Krossur, við góðari hjálp frá føroyskum vinnulívi, 2 milliónir krónur til bráðfeingis hjálparátøk í Ukraina og grannalondunum. 

Nú er avgerð tikin um at lata 4 milliónir afturat hesari upphædd til sama endamál. Sostatt hevur Reyði Krossur Føroya nú latið tilsamans 6 milliónir krónur til hjálparátøk í Ukraina. Hjálparátøkini fevna eitt nú um skjól, vernd, mat, drekka, heilsutænastur og sálarligan stuðul. 

Peningurin kemur í stóran mun frá Stuðulskonsertini í mars, og er hetta tískil við góðum stuðli frá fólki og fyritøkum í Føroyum, at tað ber til at lata hesa upphæddina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder