Innanlands

Reyði Krossur letur 500.000 krónur í neyðhjálp til Jemen

Sambært Reyða Krossi hava yvir 22 mió. menniskju tørv á bráðfeingis hjálp í Jemen, og stríðið í landinum hevur eisini havt við sær, at fleiri enn 2.000 skúlar hava fingið skaða ella eru lagdir heilt í oyði

Mynd: Reyði Krossur

Mynd: Reyði Krossur

2020-12-20 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur í neyðhjálp til Jemen. Tað boðar felagsskapurin frá í tíðindaskrivi.

Sambært Reyða Krossi hava yvir 22 mió. menniskju tørv á bráðfeingis hjálp í Jemen. Átta mió. mangla mat, og hungursneyð ræður millum tríggjar mió. kvinnur og børn.

Stríðið í Jemen hevur eisini havt við sær, at fleiri enn 2.000 skúlar hava verið fyri skaða ella eru heilt lagdir í oyði. Mett verður, at meir enn tvær mió. børn mangla skúlagongd.

ST hevur almannakunngjørt, at spenta støðan í landinum ger Jemen til heimsins størsta humanitera kreppustað. Heilsuverkið er undir stórum trýsti, og einans 50 prosent av heilsuverkinum er virkið í løtuni. Ein avleiðing av hesum er, at 16 mió. menniskju hava tørv á heilsu- og læknaviðgerð, sigur Reyði Krossur.

Hálva mió., sum Reyði Krossur Føroya letur, fer til verkætlanir, sum áhaldandi arbeiða fyri at betra um lívskorini í landinum. Eitt nú er talan um verkætlanir innan reinføri, mathjálp, vatn og grundleggjandi heilsutænastur.

– Við hesum stuðlinum fær Jemenski Reyði Hálvmáni tryggjað, at tænasturnar í teimum fimm heilsuklinikkunum, sum Jemenski Reyði Hálvmáni og Reyði Krossur í Danmark reka, kunnu halda áfram, og at arbeitt verður við sálarligu heilsuni hjá borgarum í Jemen. At tryggja hesi er ikki minni umráðandi í hesum døgum, nú familjur í Jemen eru fyri enn einum ósjónligum vanda – koronafarsóttini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder