
– Humanitera støðan í Afghanistan er ómetaliga døpur, og alsamt fleiri fólk verða rikin frá húsi og heimi. Hetta hevur við sær ein øktan tørv á bráðfeingis tænastum, sum mati, vatni og heilsutænastum.
– Ígjøgnum áratíggjur hevur landið upplivað ovurstóra neyð, og fyrr í ár versnaði støðan aftur meira. Harumframt hevur álvarsamur turkur týnt lokalu matframleiðsluna, covid-19 hevur tyngt ta frammanundan vánaligu heilsuskipanina, og bankasanktiónir hava ført til búskaparligt hóttafall, soleiðis at eitt nú læknar, lærarar og heilsuhjálparar ikki hava fingið løn í fimm mánaðir. Stór hungurneyð ger eisini um seg, og talið á børnum, sum eru innløgd á sjúkrahúsum hjá Reyða Krossi, er meir enn tvífaldað síðan august.
Soleiðis lýsir Reyði Krossur Føroya støðuna í Afghanistan, og felagsskapurin boðar frá, at hann hevur sent eina millión krónur til hjálparátøk í landinum.
Í september lat Reyði Krossur Føroya eisini eina hálva millión krónur til hjálparátøk hjá Reyða Krossi og Reyða Hálvmána í Afghanistan, og Føroya landsstýri lat eisini landinum eina hálva millión í oktober – ígjøgnum heimsmatvørustovnin World Food Programme.
Tann milliónin, sum Reyði Krossur nú hevur latið, fer millum annað til 40 heilsudeplar og sjúkrahús hjá Reyða Krossi í Afghanistan, og at betra um sálarheilsuna hjá børnum og ungum við tilknýti til heilsustovur, og til neyðhjálp, so sum mat, vatn og verju, boðar felagsskapurin frá.
Á landssinnsavningini fyri tveimum vikum síðani komu 3,4 milliónir krónur inn til Reyða Kross.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald