Reyði krossur Føroya letur 500.00 krónur til arbeiði móti Ebola í Demokratiska Lýðveldinum Kongo og Uganda.
Síðan í mai hevur stórt ebola-útbrot verið í Demokratiska Lýðveldinum Kongo og í pørtum av Uganda í Afrika. Talan er um Bundibugyo-frábrigdið av Ebola, sum er eitt álvarsligt og ofta lívshóttandi frábrigdi, sigur Reyði Krossur Føroya.
– Sambært nýggjastu tølunum frá Heimsheilsustovninum (WHO) eru fleiri enn 1.700 tilburðir av Bundibugyo-frábrigdinum av ebola staðfestir í Demokratiska Lýðveldinum Kongo og Uganda, og higartil eru fleiri enn 580 fólk deyð av smittuni.
– Tað ger støðuna serliga álvarsliga, at hetta frábrigdið í løtuni ikki hevur nakra góðkenda koppseting ella serstaka viðgerð. Tí eru fyribyrging, skjót smittusporing, kunning, reinføri og lokal tilbúgving avgerandi fyri at avmarka útbrotið. Útbrotið rakar harumframt eitt øki, har nógv fólk frammanundan eru viðbrekin orsakað av vápnaðum ófriði, veikari heilsutilbúgving og stórari fólkaferðslu tvørtur um landamørk, skrivar Reyði Krossur Føroya.
Átakið, sum Reyði Krossur Føroya letur pening til er eitt stórt átak, sum fleiri Reyða Kross-felagsskapir eru felags um at stuðla. Arbeiðið skal gagna umleið trimum milliónum fólkum. Átakið fevnir um arbeiði í Demokratiska Lýðveldinum Kongo og Uganda, har smittan er staðfest, og um fyrireiking og tilbúgving í grannalondum, har vandi er fyri víðari spjaðing.
– Reyði Krossur hevur ein týðandi leiklut í slíkum heilsu- og tilbúgvingarkreppum, tí lokalu Reyða Kross-feløgini eru til staðar í samfeløgunum og kunnu arbeiða beinleiðis við kunning, álitisbygging, smittusporing, reinføri, sálarligum stuðli, verju av sjálvbodnum, og tryggari og virðiligari handfaring av andlátum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald