Innanlands

Reyði Krossur letur upp endurnýtsluhandil í Vági

Endurnýtsluhandilin fer at halda til í kjallarinum, har matvøruhandilin KEYP er - hann letur upp fríggjadagin

Mynd: Bjartur Vest

Mynd: Bjartur Vest

2022-11-22 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vágs kommuna hevur havt eina endurnýtslu av lutum, men nú letur hendan aftur, tí at Reyði krossur letur upp nýggjan endurnýtsluhandil í bygdini á Gørðunum.

Hetta upplýsir Vágs kommuna á heimasíðu sínari.

Hesin endurnýtsluhandilin fer at halda til í kjallarinum, har matvøruhandilin KEYP er, og inngongdin verður á sunnaru síðu, skrivar vags.fo. 

- Borgarar, sum vilja lata lutir til endurnýtsluna, skulu framvegis seta lutir í endurnýtslubingjuna, sum stendur vestanfyri bingjuplássið yviri á Oyrunum.Ætlanin er at skipað viðurskiftini ørðvísi, við at ein bingja verður sett upp í Garðatuni, har borgarar kunnu lata lutir til Reyða kross. Vágs Kommuna lýsur við hesum, tá byngjan er sett upp í Garðartúni.

Endurnýtslu handilin hjá Reyða krossi letur upp fríggjadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder