Innanlands

Reyði Krossur letur upp handil í Klaksvík

Ætlanin er, at nýggja endurnýtslubúðin verður kraftdepil í Norðoyggjum

2025-02-18 12:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, 19. februar, letur Reyði Krossur upp nýggja sølubúð í Klaksvík.

Hetta merkir, at virksemið, sum hjálparfelagsskapurin Reyði Krossur byggir á, frameftir fær virkað í nógv størri mun enn áður í Norðoyggjum. Sjálvboðin, starvsfólk og limir hjá Reyða Krossi eru á einum máli um, at tað er ótrúliga spennandi at síggja, hvat hetta kann koma at merkja fyri fólkið, sum býr í økinum.

- Ætlanin er, at hetta skal vera ein kraftdepil fyri Reyða Kross Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, nevndarformaður.

Fjølbroyttur endurnýtsluhandil við sosialum hjarta

Í longri tíð hava sjálvboðin í Reyða Krossi ágrýtin arbeitt við at gera Reyðakrossbúðina í Klaksvík klára. Sjálvboðin fara fyrst og fremst at skapa eitt livandi endurnýtslustað, har góð brúkt klæðir, bøkur, búnýti, leikur og amboð fáa nýtt lív.

Reyðakrossbúðin verður tó meira enn ein handil – hon verður eitt stað fyri felagsskap, samveru og burðardygga nýtslu. Bygningurin fer tí við tíðini eisini at hýsa øðrum virksemi hjá Reyða Krossi, serliga innan sosialt hjálpararbeiði.

Anna Maria Joensen, virksemisleiðari, hevur stórar visjónir:

- Tað kennist stórt fyri okkum, at Reyði Krossur skal vera í Klaksvík. Vit lata ein handil upp, sum er øðrvísi enn aðrir, og so eru hølini so stór og góð, at tey leggja upp til alskyns virksemi – tað kennist sum, at vit hava óendaliga nógvar møguleikar.

Virksemisleiðarin leggur dent á, at umframt vælgerandi arbeiðið, sum fer at vera í Reyðakrossbúðini, skapar Klaksvíkin við hesum eitt samband við altjóða Reyða Kross og hjálpararbeiðið, sum verður gjørt úti í heimi.

Skráin á degnum

Almenn móttøka verður í nýggju sølubúðini í morgin, mikudagin 19. februar millum klokkan 16 og 18.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, fara at bera fram røður.

Fyrrverandi arbeiðsfólk á Dávavirkinum fara at siga frá søguni um virkið og um teirra egnu upplivingar frá, tá tey starvaðust har.

Karl Martin Samuelsen, sum í nógv ár hevur brúkt tónleikahølini á Dávavirkinum, og Anua, ein bólkur við heilt ungum tónleikarum, fara at framføra. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder