Innanlands

Reyði Krossur og Føroya Landsstýri hava latið hálva millión til Vanuatu

Umfatandi neyðhjálpararbeið er neyðugt í oyggjalandinum í Kyrrahavinum vegna ógvusliga jarðskjálvtan, sum rakti fyri jól

Heili 40 prosent av teimum umleið 300.000 íbúgvunum, vórðu ávirkað av hendingini. Jarðskjálvtin oyðilegði heim, infrakervi og bráðfeingistænastur, so sum sjúkrahús, skúlar og vatnveiting (Mynd: Reyði Krossur Føroya)

Heili 40 prosent av teimum umleið 300.000 íbúgvunum, vórðu ávirkað av hendingini. Jarðskjálvtin oyðilegði heim, infrakervi og bráðfeingistænastur, so sum sjúkrahús, skúlar og vatnveiting (Mynd: Reyði Krossur Føroya)

2025-01-15 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Herfyri lat Reyði Krossur Føroya, í samstarvi við Føroya Landsstýri, 500.000 krónur til neyðhjálpararbeiði í Vanuatu.

Hesum boðar Reyði Krossur Føroyar frá í dag, mikudagin 15. januar.

Vanuatu er eitt lítið oyggjasamfelagið í sunnara parti av Kyrrahavinum - ikki heilt langt frá Avstralia.

Vanatu varð rakt av einum herviligum jarðskjálvta stutt fyri jól í 2024. Hann máldi 7,3 á Richterstiganum.

Reyði Krossur Føroyar skrivar, at heili 40 prosent av teimum umleið 300.000 íbúgvunum, vórðu ávirkað av hendingini.

- Jarðskjálvtin oyðilegði heim, infrakervi og bráðfeingistænastur, so sum sjúkrahús, skúlar og vatnveiting. Støðan er framvegis álvarsom, tí bygningar eru lagdir í oyði og óframkomiligt er eftir fleiri vegum.

Reyði Krossur í Vanuatu setti beinanvegin neyðhjálpararbeiði í verk. Arbeitt hevur verið við at lata neyðsynjarvørur, heilsuhjálp og sálarligan stuðul, men umstøðurnar at gera tað eru einki serligar.

[object Object][object Object][object Object]
Myndir: Vanuatu Red Cross Society
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder