Innanlands

Reyði Krossur savnar inn 21. november

Landsinnsavningin 2021verður sjónvarpað á Rás1 hjá Televarpinum

2021-11-11 08:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðsta vikuskiftið var vóru tað Kris og Sinnisbati, sum savnaðu pengar inn við væleydnaðari sending í Kringvarpi Føroya.

14 dagar seinni fer Reyði Krossur Føroya at hava eina líknandi innsavning. Men tað verður ikki í kringvarpinum, men á opnu sjónvarpsrásini Rás1 hjá Televarpinum.

Í sendingini verða áhugaverdar samrøður, innsløg og live tónleikaframførslur við eitt nú Týr, Gretu, Leu Kampmann og Robert McBirnie, skrivar Reyði Krossur á uppslagi á Facebook.

Sendingin verður sunnukvøldið 21. november klokkan 19, tá heitt verður á fólk og fyritøkur um at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst í Føroyum og úti í heimi, við at stuðla við einari peningarupphædd.

Longu nú er møguligt at stuðla: Øll, ið ringja 90 56 56, stuðla við 150 krónum, og eru samstundis við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Mazda MX-30 el-bil frá Wenzel. Eitt uppkall telur sum ein lutaseðil, og til ber til at ringja fleiri ferðir.

Vinnarin verður funnin undir sendingini, og ringjast kann fram til sunnukvøldið 21. november kl. 19:50. Øll húsarhald í Føroyum hava fría atgongd til sjónvarpssrásina Rás1: Tað einasta, ið krevst, er antenna, kaðal ella satelitt, og eitt sjónvarp.

Eisini ber til at lata peningagávu til Reyða Kross umvegis peningastovnar:

  • Bank Nordik: 6460 4946954
  • Betri: 9181 4950013
  • Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
  • Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Meira um landsinnsavningina her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder