Innanlands

Reyði Krossur sóknast eftir uppskotum til Ársins Fyrstihjálpara

Freistin at senda uppskot inn er 21. januar

2022-01-12 19:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Reyði Krossur sóknast tí eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2021. Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. 

Freistin at senda inn uppskot til Ársins Fyrstahjálpara 2021 er 21. januar. Ársins fyrstihjálpari fær heiðursbræv og eina peningagávu, ið Betri letur. 

Uppskot kunnu sendast umvegis heimasíðuna. Ársins Fyrstihjálpari 2021 verður tilnevndur 2. februar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder